11. september verður Johannudagur í Vági. 137‑ára gamla sluppin, Johanna TG326, verður karmur um eitt maritimt vikuskifti, sum í stóran mun fyrigongur á keiðøkinum í Vági leygardagain 11. september.
Á skránni verða tiltøk og undirhald fyri allar aldursbólkar. Kajakkir og annar aktivitetur verður á fjørðinum, og høvið verður at byrja leygardagin við havbaðing við Sjódypp. Tað verður grillað, felagssangur, bryggjudansur og ymiskt annað verður á skránni. Søguligu grindabátarnir verða eisini flotaðir, og eftir ætlan koma onnur skip á Vág og fer hetta at seta ein serligan dám á tiltakið.
Umframt aktivitetir á keiðøkinum, verður ymiskt annað á skránni í Vági hetta vikuskifti. Vágs Kommuna hevur í forvegin nógv at bjóða, so hví ikki seta alt vikuskiftið av í Vági, nú høvi er til tess?
Endalig skrá kemur, tá vit nærkast døgunum.
Facebook viðmerkingar