Dugni byrja virksemið í Suðuroynni

Í samband við at Dugni nú hevur byrjað sítt virksemi í Suðuroy, bjóðaði Dugni til almenna móttøku í SALT onsdagin 25. august kl. 16.00, har meira enn 150 fólk vóru møtt fyri at hoyra um ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni. 

Allir býráðslimir í Suðuroynni vóru boðin við til móttøkuna, og vóru umframt nógvir suðuroyingar, meira enn 70 fólk komin suður við Smyrli at síggja og hoyra um spennandi ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni.

Fleiri røður vóru hildnar í SALT, eins og góður lokalur tónleikur var á skránni, og sum vant, var borðreitt við leskiligum ábiti, kaffi og køkum.

Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna ynskti øllum vælkomin og greiddi frá um virksemið hjá Dugna. M.a. at “Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði”

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði í sínari røðu m.a. at “Vit kenna longu tey vælvirkandi tilboðini, sum Dugni hevur fingið bygt upp: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar, á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla í Havn. Her fáa hesir borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella at skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.

Tó hevur tað mangla eitt líknandi tilboð fyri hendan málbólk í Suðuroynni.

Her hava tit góðar møguleikar fyri, undir tryggum kørmum, at skipa tykkara virksemi. Bæði fyri ung, sum ikki fáa ella megna at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Og borgarar, sum hava eitt nú byrjandi demens, sclerosu og parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Hesir karmar fara at verða við til at gera tað møguligt hjá tykkum á Dugna, at røkka tykkara endamáli fyri Suðuroynna. Her fara nógv fólk at fáa ein aktivan arbeiðsdag og harvið ein innihaldsríkan gerandisdag. Og við dugnaligum starvsfólkum at leggja til rættis og stuðla undir, eru tit væl útborðin til at taka av avbjóðingini, sum skal búgva tykkum enn betur sum virknir samfelagsborgarar.

Facebook viðmerkingar