Týsdagin 14. septembur og ónsdagin 15. septembur fara heilsustarvsfólk runt Suðuroynna at bjóða øllum, ið eru eldri enn 12 ár, at verða koppsett ímóti Covid-19.
Koppsetingartoymi fer at koppseta hesar tíðir:
Týskvøldið 14. septembur
Kl. 18:00: Sumba, Kommunuskrivstovan
Kl. 19:00: Lopra, bygdarhúsið
Kl. 20:00: Vágur, Miðlatún
Kl. 21:00: Porkeri, Húsið við Á.
Ónskvøldið 15. septembur
Kl. 18:00: Sandvík, Ranhøll
Kl. 19:00: Hvalba, skúlin á Vilsnabrúgv
Kl. 20:00: Hov, bygdarskúlin
Kl. 21:00: Fámjin, Vesturhøll.
Koppsetingarfólkini hava sjúkrabil við, so er lættari hjá fólki at síggja, hvar í bygdini koppsetingin fer fram.
Øll eru vælkomin at møta upp og lata seg koppseta, tað er ikki neyðugt at siga frá áðrenn.
Gevið gætur – tað skulu verða 21 dagar millum fyrra og seinna prikið. Er talan um seinna prikið, skal gula koppsetingarkortið takast við.
Facebook viðmerkingar