Stórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyum

Innkomna peningaupphæddin í ár var 1,13 mió. kr.  Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin í Danmark í ár, varð handaður Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum á samkomu í Finsen í Havn í dag.

Hóast koronasmittan hevur sett sín dám á farna árið, bæði hjá okkum í Team Rynkeby Føroyum og hjá stuðlunum, er áhugin at stuðla stórur. Vit í Team Rynkeby Føroyum fegnast um stóra stuðulin og takka hjartaliga øllum, – fyritøkum, kommunum, tónleikarum, privatpersónum o.o. – sum trúliga stuðla á ymsan hátt, so at vit kunnu gera nakað gott fyri børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra, samstundis sum vit eisini gera nakað gott fyri okkum.

Peningurin, ið nú er latin Krabbameinsfelagnum, verður brúktur til gransking, at lata fíggjarliga hjálp til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra og Beranum.

Facebook viðmerkingar