Heystfagnaður á Tvøroyri

Í morgin, leygardagin 2. Oktober, fer árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri av bakkastokki.

Sum siðvenja er, verður stóra tjaldið hjá kommununi sett upp í miðbýnum. Í tjaldinum ber til at keypa ymiska føroyska rávøru, royna mattombola, síggja lamb verða flett, síggja hvusu fiskur verður haggreiddur og hoyra framløgur.

Tvøroyrar kommuna bjóðar eisini smakkroyndir, ið navnframa Maud Wang Hansen úr Nólsoy hevur staðið fyri. Maud fer at bjóða smakkroyndir av suðuramerikanska fiskarættinum “Ceviche”. Ceviche hevur sín uppruna í Peru og merkir “feskur” ella “mjúkur” fiskur. Í stuttum snýr tað seg um feskan, ráan fisk, tilvirkaður við sitrussaft og kryddaður við t.d. chili, leyki og deymkorru(koriander).

Til ber eisini at vitja vakra, søguliga skipið MS Thorshavn og uttanfyri tjaldið ber til at síggja livandi fisk og krabbar, í kørum, ið eru sett upp til endamálið.

Glasstovan bjóðar til tapaskvøld, Café MorMor bjóðar til konsert við Froðbiar Sóknar Bluesorkestur og í Tvøroyrar Klubba lokka tey við kultbólkinum Revival. Handlarnir á Tvøroyri hava opið til kl. 16:00.

Facebook viðmerkingar