Spurningar:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar tilbarna-og ungdómsspykiatriina?
2. Hvussu nógv børn og ung standa á bíðlista?
3. Hvussu eru bíðitíðirnar býttar á ymisku aldurs-og sjúkubólkarnar?
4. Er nøktandi starvsfólkaorka til tey børn, sum longu eru í viðgerð?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár upplýsti landsstýrismaðurin, at bíðitíðin til barna-og ungdómspsykiatriina var uml. 14-15 mánaðir. Eisini varð víst á, at tað vóru 166 børn á bíðlista, og at tilboðið til tey børn, sum longu vóru í viðgerð,var lægri raðfest fyri at kunna taka nýggj børn inn.
Hetta er ein seraálvarsom støða. Barnalívið er stutt. Vit vita,at skjót hjálp er góð hjálp. Tess longurbørn bíða,tess størri gerst vandin fyri,at ymisku trupulleikarnir kunnu blíva til varandi líðing. Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn menning og trivnað. Og hvør dagur telur.
Á Løgtingi,5. oktober 2021
Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar