Starv sum námsfrøðiligur stuðul er leyst at søkja og verður sett skjótast tilber. Starvið er fyribils í eitt ár og er 25 tímar um vikuna.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv. Arbeiðsuppgávurnar eru at vegleiða, stuðla og stimbra eitt barn við serligum tørvi.
Søkt verður eftir einum starvsfólki, sum:
• hevur námsfrøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving
• hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri
barninum.
• er tolin og nærverandi
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• hevur eitt jaligt lyndi.
Setanararviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og viðmælum verður send til Porkeris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella við teldupost á porkeri@porkeri.fo, viðmerk starvslýsing.
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 27/10-2021. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Angelinu J. Gudmundsen, leiðara, á telefon 251325.
Dagrøktin í Porkeri
Facebook viðmerkingar