Í gjár frættist, at stjórin á Bústøðum hevur fingið munnkurv. Nevndarformaðurin hevur latið eitt uppskot inn til starvsskipan, har hann er einaráðandi í Bústøðum. Onkursvegna kemur hetta ikki óvart á, men tað er ómetaliga harmiligt, at Bústaðir skuldi fara so illa.
Samgongan við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum syndra nú almenna bústaðafelagið. Tey søgdu seg hava allar loysnirnar og lovaðu nógvar hundraðtals íbúðir, ja, trøini fóru at vaksa inn í himmalin, og bara tað privata slapp fram at almenna felagnum. Serliga sambandsumboðini førdu fram, at hendan skipanin fór at loysa bústaðartrotið.
Nú kemur nakni veruleikin til sjóndar, at fokus er á avkast og at stýra felagnum, so tað verður meira privatkapitalistiskt heldur enn at loysa bústaðarneyðina.
Taparin er øll tey, ið mangla ein bústað.
Javnaðarflokkurin var ikki samdur við samgonguna um bústaðarpolitikkin, tí vit vóru bangin fyri, at hetta fór ikki at loysa bústaðartrotið, og vit taka als ikki undir við tí, sum nú hendir í Bústøðum. Bústaðir varð sett á stovn sum eitt alment bústaðafelag, og tað vilja vit virka fyri, at Bústaðir framhaldandi verður. Ikki sum felagið er nú: Eitt eksperiment hjá sitandi samgongu.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Facebook viðmerkingar