Sp/f Ango í Vági fekk um mánaðarskiftið játtað kvotur til ítøkiligt skipakeyp og hevur nú keypt uppsjóvarskipið Junior úr Danmark. Hetta váttar Heri Godtfred, sum er ein av monnunum aftanfyri felagið Ango í Vági, fyri JN.fo í dag.
Junior er í løtuni staddur í Hirtshals. Felagið í Vági væntar at Junior kann seta kós ímóti Føroyum um eina viku ella so, skrivar JN.fo.
Junior hevur fyrr verið í føroyska flotanum. Tá hevði skipið navni Nýborg.
Facebook viðmerkingar