LEIÐARIN: Í grannalondum okkara verða javnan gjørdar kanningar av samfelagsbúskaparliga avkastinum av íløgum í infrakervið. Íløgur í infrakervið føra jú við sær, at fólk, tænastur og vørur skjótt kunnu flyta seg úr einum stað í annað.
Dagføringar av infrakervinum, har t.d. farið verður frá ferjum til brúgvar ella undirsjóvartunlar føra bæði við sær ómetaliga stórar broytingar fyri fólk, tænastur og vørur, sum brúka farleiðina.
– Ferðatíðin verður stytt (í Suðuroyartunlinum fer tað at taka umleið 50 minuttir av Tvøroyri til Havnar, ferðatíðin við Smyrli í dag er 2 tímar og 15 min.)
– Ongin bíðitíð við ferjuleguna (á Suðuroyarleiðini skulu bilar í dag møta 30 min áðrenn fráferð, men vanligt er, at bilar møta fyrr enn tað fyri at tryggja sær pláss við Smyrli)
– Ongin skal taka hædd fyri nær fráferðin hjá ferjuni er (Suðuroyartunnlin verður opin fyri ferðslu 24/7, Smyril siglur 2 – 3 ferðir um dagin)
– Framleiðsluvirkir skulu ikki laga framleiðsluna eftir fráferðini hjá ferjuni (eins og fyritøkur gera viðv. Smyrli í dag)
– Tænastufyritøkur kunnu loysa uppgávur báðumegin farleiðina sama dag (í dag brúka tænastuveitarar norðanfjørðs í minsta lagi 12,5 tímar at loysa ein uppgávu í Suðuroynni, eisini um hon bara tekur 10 minuttir at loysa)
So tá farið verður frá farleiðini hjá Smyrli til Suðuroyartunnilin, so er greitt, at samfelagsbúskaparliga avlopið verður ómetaliga stórt.
Til framløguna hjá Landsverki um Suðuroyartunnilin 21. okt. 2021 varð víst á, at Suðuroyartunnilin, samanborið við donsk viðurskifti, svaraði til kostnaðin av 15 brúgvum um Stórabelt.
Við somu hugsan og við útgangsstøðið í donskum kanningum, har staðfest verður, at brúgvin um Stórabelt gevur danska samfelagnum eitt avlop á 379 milliardir krónur ella 17,7 ferðir íløguna, verður mett, at Suðuroyartunnilin fer at geva føroyska samfelagnum eitt avlop á 95,5 milliardir krónur komandi 50 árini.
Sí eisini umrøðu av frágreiðingini frá danska Transportministeriet um brúnna um Stórabelt her.
Facebook viðmerkingar