Kundi tú hugsa tær at verði starvslesandi í Vágs kommunu

Ert tú undir hægri lesnaði í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú kanst nýta sum starvslesandi? Ella skalt tú í gongd við at skriva verkætlan um eitthvørt?

Vágs Kommuna er ein kommuna í stórari menning, og spenna størv og arbeiðsuppgávur víða. Lesandi kunnu tí søkja um at koma í starvlesna í Vágs Kommunu. Við starvslesandi fær Vágs Kommuna víðka um sítt netverk, samstundis sum tey starvslesandi, við ástøði og amboðum frá sínum útbúgvingum, kunnu hava stóra ávirkan á hvussu ymisku verkætlanirnar og átøkini koma at síggja út í Vági.

Hvør kann koma í starvslesna?
Tá arbeiðsuppgávurnar í Vágs Kommuna spenna víða, eru tað nógv ymisk starvsøkir, ið kunnu verða viðkomandi fyri tann lesandi. Tí er ávís útbúgving ikki eitt krav. Set teg í samband við Vágs Kommunu fyri at finna út av, um okur kunnu hjálpa tær – og tú okkum.

Verkætlanarsamstarv?
Vágs kommuna er eisini áhuga í at taka ímóti tær, sum hevur eina áhugaverda verkætlan, sum tú og Vágs Kommuna kunnu arbeiða saman um.

Búleikast í Vági í starvstíðini?
Møguleiki er at búleikast í Vági meðan tú samstarvar við Vágs Kommunu. Í Vági eru bústaðarmøguleikarnir góðir, har tú kanst leiga hús, íbúðir, smáttir og kømur fyri ein sømuligan penga. Um tú kundi hugsa tær eitt ískoyti til studningin/SU, so eru fleiri fyritøkur mangla arbeiðsfólk og harvið áhugaði at hoyra frá tær. Somuleiðis er eitt hav av upplivingarmøguleikum, sum tú kanst gera tær dælt av, meðan tú ert búsitandi í Vági.

Hevur hetta tín áhuga?
Hevur tað tín áhuga at gerast starvslesandi hjá Vágs kommunu, so kanst tú venda tær til Magnus Paula West, telefon 23 93 92, teldupost magnus@vagur.fo.

Nøkur ávís dømir til verkætlanir ella uppgávur hjá starvslesandi

  • Ferðavinna: Ferðavinnu- og tænastubúskapur: Hvussu byggja vit uppá verandi ferða- og upplivingarvinnu?
  • Ferðavinna: Hvussu kunnu heimsmálini brúkas í ferðavinnuhøpi í Vági?
  • Tekniska øki: Støðumeting og viðlíkahald av kommunalum bygningum. Hvussu kunna okur menna og fáa mest burturúr verandi bygningum? Ella finst ein betri loysn?
  • Tekniska øki: Býarplanlegging – er verandi samtykt besta loysnin?
  • Tekniska øki: Grøntumskifting í kommununi – hvussu gerst Vágs Kommuna grønari?
  • Kommunal menning: Hvussu kann Vágs Kommuna brúka heimsmálini í sínum virksemi og hvussu kunnu hesi setast í verk?
  • Kommunal menning (organisering og strukturering): Hvussu burdi bygnaðurin í kommununi sæð út?
  • Kommunal menning: Fíggjarstýring og optimering í Vágs kommunu.
  • Kommunal menning: Vágs havn – hvussu kann ein havn í útjaðaranum mennast?
  • Kommunal menning: Verkætlanarleiðsla – frá samtykt til veruleika.
  • Vinnulív: Vinnumenning og íverksetan: Business Vágur sum business case.
  • Ítróttur: Ítróttur og samskipan av ítrótti uppá tvørs av ítróttagreinum.
  • Námsfrøði: Námsfrøði í útjaðarnum í Føroyum.
  • Námsfrøði: Føroyskt barnalív og mentan, við øllum ynskiligum menningarmøguleikum í nærumhvørvinum.

Aðrir møguleikar kundi verið eru:

  • HR
  • CSR/HTU
  • Marknaðarføring og samskifti
  • Coworking og workaction
  • Almenn fyrisiting

Facebook viðmerkingar