Klokkan 11 verður tingfundur og á skránni í dag er atkvøðugreiðsla um Fámjinstunnilin og innkomuvegin til Havnar.
Í samband við umrøðuna av fíggingini av Suðuroyartunlinum, har uppskot hava verið frammi um eina samhaldsfasta skipan, sum førir við sær, at gjøldini gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skuldu hækka, so hava fleiri tingfólk, m.a. Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samulesen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Olsen úr Miðflokkinum, sagt, at tey taka undir við kravinum frá lokalfeløgunum í Vágum og Norðoyggjum, sum førdu fram, at partafeløgini Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu avtakast og tað skal verða ókeypis at koyra – áðrenn hetta er framt, skal Fámjinstunnilin og innkomuvegurin til Havnar steðgast.
Løgtingið skal til 2. viðgerð í dag atkvøða um játtan til Fámjinstunnilin og innkomuvegin til Havnar.
Facebook viðmerkingar