Elna og Jákup vunnu 32. umfar í sjavs

32. umfar í sjavskappingin hjá Suðuroyar Sjavsfelag vaðr spælt 21. okt. og hetta umfarið vunnu Elna Poulsen og Jákup Lisberg. Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Elna Poulsen og Jákup Lisberg, 4 stig hvør
Nr. 2. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Anja Bech og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður í kvøld tórskvøldið 28. okt. Spælt verður í VB-húsinum og byrjað verður kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar