Herfyri var Sirið Eilersdóttir við sum fylgjari á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn – eftir hetta tók hon stig til at savna inn pening til sjúklingahotellið.
Sirið skrivar:
Eg, Sirið Eilersdóttir, var fylgjari á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn í 3 vikur. Har hugsaði eg um tað arbeiðið, sum liggur aftanfyri dagligdagin á hotellinum.
Eg hugsaði: hvar kann eg gera mun?
Tá eg var komin heimaftur, tók eg stig til at hava eitt tombola og selja lutaseðlar, um eg fekk nokk av lutum/vinningum.
Eg skrivaði á facebook um hvørjar ætlaninar vóru og um at fólk kundu lata lut/vinning.
Eg havði tombola og lutaseðlasølu á Torginum 22. oktober. Fekk savna inn næstan 40.000 kr., sum eg haldi er mega flott.
Eg vil takka øllum, sum hjálptu mær, stuðlaði við lutum og vinningum, og øllum sum stuðlaðu við at koma á Torgið og stuðlaðu á annan hátt.
Eg havi sagt sjúklingahotellinum frá hesum, eg havi savnað inn og farið í november arbeiðsørindi til Danmark, har eg farið at handa teimum peningagávuna.
Tey hava ymisk ynskir frá sjúklingum og avvarandi og tað vilja tey brúka peningin til.
Enn einaferð hjartans tøkk øll somul.
Sirið Eilersdóttir
Facebook viðmerkingar