Vágs Kommuna søkti herfyri eftir tekniskum leiðara og inn komu fýra umsóknir til starvið. Søkt varð eftir nýggjum tekniskum leiðara, tí Fróði Mortensen, sum eftir tvey ár í farloyvi, hevði boðað frá, at hann ikki kom aftur í starvið. Í farloyvistíðini hevur Ingi Olsen røkt tíðaravmarkaða starvið.
Vágs Býráð hevur á fundi 25. oktober 2021 samtykt at seta Jákup Olsen í fast starv, sum tekniskan leiðara í Vágs Kommunu. Jákup byrjar í starvinum 1. januar 2022.
Jákup er útbúgvin maskinverkfrøðingur í konstruktión og mekanikki. Harumframt hevur Jákup staðið HD 1. part og viðkomandi skeiðir, eitt nú innan samráðing. Jákup hevur átta ára starvsroyndir innan almenna og privata geiran, bæði í Føroyum og í útlondum. Seinast sum deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk.
Facebook viðmerkingar