Vit seta í løtuni evropeiskt met í koronutilburðum, og talið av innløgdum er økt seinastu dagarnar.
Tað tykist ikki, sum nøkur samanhangandi ætlan ella nøkur leið verður meldað út frá landsstýrinum og løgmanni.
Tjóðveldi hevur frá byrjan staðiliga heitt á løgmann um at taka allar flokkar við í avgerðunum og átøkunum um koronu. Tí tað er bert samanhaldið, ið ber í slíkum støðum.
Higartil hevur landsstýrið ikki lurtað eftir okkara tilmælum og ráðum.
Men vónandi verður lurtað nú, tá ið støðan er so ógvuslig.
Fólk ynskja greiða strategi og leiðslu – og greiða ráðgeving nú.
Og vit taka fegin ábyrgd saman við landsstýrinum.
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar