Óli Jacobsen sigur á baksíðuni um bókina:
Bókin um Dias á Heyggi og samtíð hansara er enn eitt íkast hjá Absalon Absalonsen til føroyska fiskivinnusøgu og eisini trúarsøgu.
Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.
Dias var føddur í 1879, og sum hjá so nógvum var hugurin tíðliga til sjógvin. Hann var einans níggju ára gamal, tá hann fór at rógva út og 17 ára gamal, tá hann var bestimaður fyrstu ferð.
Dias førdi og átti fleiri skip. Her skulu nevnast tvey. Tað fyrra er ”Kristina”, sum J.F. Kjølbro og Aksel Sivertsen keyptu frá Diasi í 1920, men á vári 1920 – fyrsta túrin eftir, at teir keyptu hana, gekk hon burtur.
Tað hava verið gitingar um, hví Dias seldi skipið, ið við honum sum skipara var fremsta rokskip í Føroyum. Eisini hesum partinum av søguni um ”Kristinu” greiðir Absalon væl frá.
Hitt skipið er ”Norðfarið”, sum Dias læt byggja saman við soninum Johan Godtfred í 1929. Hetta var nýbrot, tí frammanundan høvdu føroyingar mestsum bara keypt brúkt skip. ”Norðfarið” royndist eisini sum rokskip, men í 1932 stóð á. Tá vóru teir í sama ódnarveðri, sum beindu fyri ”Lauru” og ”Immanuel”. Við teimum báðum sjólótust tilsamans 38 menn.
Dias var ein av oddamonnunum í føroyskum vinnulívi og bygdi virki í Vági, og tá Sjóvinnubankin varð stovnaður, var hann størsti privati partaeigari. Í 1942 skipaði Dias sítt virki í partafelag við heitinum P/F J. A. Godtfred. Synir hansara høvdu leiðsluna og róku m.a. hvalastøðina í Lopra í nøkur ár.
Innan Brøðrasamkomuna var Dias sera virkin og roknaður sum ein av oddamonnunum. Hann tók stig til at stovna samkomu og seinni byggja sal í Vági.
Bókin hevur hópin av áhugaverdum frásøgum, og tí er hon gull verd sum ískoyti til tað, ið frammanundan er skrivað um føroyskt vinnulív á sjógvi og landi og eisini um okkara trúarsøgu.
Bókin, sum er 478 síður, fæst í bókabúðunum fyri 390,- kr. og frá forlagnum.
Ætlanin er at hava eina framløgu av bókini í Vági, so skjótt sum koronastøðan loyvir tí.
Facebook viðmerkingar