Yvirtøka av landslækna, farsóttarlóg og aðrari heilsulóggávu

Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so tað kann handlast skjótt. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí stórur partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum. Hetta er á ongan hátt nøktandi.

Heilsuøkið er at meta sum reinur innlendispolitikkur og má sjálvsagt stýrast úr Føroyum. Vit hava hópin av væl skikkaðum heilsustarvsfólkum, sum væl megna at loysa allar tær avbjoðingar, sum nútíðin krevur. Tað síggja og uppliva vit dagliga.

At hava fult lóggávuræði á heilsulóggávuni hoyrir einum framkomnum samfelagi til. Tað kemur altíð at vera neyðugt við nógvum og tøttum samstarvi við onnur lond um heilsuøkið, og sjálvsagt skulu vit fylgja altjóða tilmælum og vera á høgum fakligum norðurlendskum støði.

Vit hava tí aftur lagt uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til embætið. Tað veri seg eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, epidemilóggávuna, psykiatrilóggáva, lóg um rúsandi evni, lóg um eftirgjørdan gitnað, sjúklingarættindi o.a.

Vit síggja eisini í sambandi við koronufarsóttina, at vit hava stóran tørv á at hava okkara egnu epidemilóggávu. Tað er serliga sjónligt í sambandi við kjakið um okkara landamørk, um heimild at taka gjøld fyri koronukanningar og um heimild at avmarkað upplatingartíðinar hjá matstovum og annað. Eg sigi ikki, at hetta eru átøk, vit skulu fremja, men at hetta eru átøk, vit ikki sjálvi kunnu fremja í dag, tí vit hava ikki lóggávuheimild.

Sjálvsagt skulu vit hava ræðið á okkara egnu epidemilóg, so løgtingið kann samtykkja tað, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Og sjálvsagt skulu vit í Føroyum avgera, hvussu vit seta farsóttarnevndina saman.

Alt hetta snýr seg í roynd og veru um, at vit í Føroyum taka størri ræði á lóggávuvaldinum á heilsuøkinum, og harvið størri ábyrgd. Tað snýr seg ikki um persónar, men um at skipanin í dag ikki er nøktandi fyri heilsupolitikkin í okkara samfelagi. Sjálvsagt skulu vit hava eitt framsøkið landslæknaembæti, sum er á staðnum, og sum hevur sítt dagliga virksemi í samfelagnum.

Tað er millum annað neyðugt í sambandi við eftirlit við heilsustarvsfólkum og viðgerðarstovnum og støðum. Tað er ein stór uppgáva at røkja, sum í sera lítlan mun verður røkt í dag.Landslæknin skal eisini hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Alt neyðugar uppgávur fyri at tryggja góðskuna í teimum heilsutilboðum, vit veita. Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd.

Neyðugt er eisini at skipa ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at seta Fólkaheilsumyndugleikastovnin á stovn fyrst í 2022. Yvirtøkan av landslæknaembætinum, farsóttarlóggávuni og restini av lógarpakkanum er natúrligur partur av einum Fólkaheilsustovni. Skal stovnurin fáa ta tyngd og tær heimildir, sum skulu til fyri at lyfta okkara heilsuverk enn hægri, er neyðugt at sjálvur myndugleikin á heilsuøkinum er krumtappurin á stovninum.

Vit hava fleiri landsembæti í Føroyum. Til dømis hava vit landsapotekara og landsdjóralækna. Og tað er bæði gott og neyðugt. Men tað er púra óskiljandi, at vit ikki hava egnan landslækna, men eina skipan, har vit fáa tænastu x-tal dagar um mánan úr Danmark. Menningin á økinum gongur við rúkandi ferð, og tørvur er á dagligari nærtænastu fyri, at góðskutryggja og ráðgeva á umskiftiliga heilsuøkinum.

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar