Nú Corona ger um seg, hevur Suðuroyar Sjónleikarafelag avgjørt at útseta sjónleikin “Fótur í hosu.”
Vit halda geistin uppi og gleða okkum til at sleppa á pall aftur í SALT, tá tíðin er til tað, skrivar Suðuroyar Sjónleikarafelag á facebook vanganum.
Orsaka av, at tað ikki skal gerast ov trupult at umsita, hava vit avgjørt at endurgjalda øll keypt atgongumerki. Peningurin verður fluttur inn á konto ein av komandi døgunum.
Okur lýsa við frumframsýning og sýningum seinni í ár, skrivar Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Facebook viðmerkingar