Børnini eru nokk tey, sum gleða seg mest til jóla! Tey eru spent og gleða seg til løtuna, tá familjan savnast um jólatræið, og so at lata gávur upp. Tað er tó langt frá øll, sum kenna hetta sum nakað hugnaligt. Nógvar familjur eru fíggjarliga sperdar, og jólatíðin blívur sostatt til nakað stressandi, stúrandi og kroystandi. Tey vita, at teirra børn ikki eru millum tey, sum halda gávuløtuna vera nakað serligt, tí har er einki serligt undir jólatræinum til tey.
Tankin er, at fólk kunnu skriva dulnevnd til nissuvinin, um eitt barn, sum ynskir sær okkurt ávíst í jólagávu. Nissuvinurin setur so kyn, aldur og ynski á eitt hjarta, sum verður hongd á jólatræið í Miðlatúni. Síðan kunnu fólk, sum ynskja at hjálpa, fara inn í Miðlatún og taka eitt hjarta við upplýsing um aldur, kyn og ynski. Tey keypa barninum tað, sum ynskt er og lata síðan gávuna inn til Miðlatún. Nissuvinurin avheintar gávurnar í Miðlatúni og koyrir tað út til barnið, so tey fáa júst tað, tey ynsktu.
Tað er bert nissuvinurin, sum veit, hvørji børnini eru, sum hava ynskt sær nakað, sostatt er tað bert hann, sum veit, hvar gávurnar fara. Alt verður gjørt í trúnaði og dulnevnt.
Prísmark á 300 kr. verður sett á, so eingin ynskir sær eina óv dýra gávu, sum eingin ”hættir sær” at keypa, og harvið endar við einum barni, sum ikki fær sítt ynski uppfylt.
Vágs kommuna, Miðlatún og loyniligi nissuvinurin vóna, at hetta verður væl móttikið og stuðlað.
Facebook viðmerkingar