Senda starvsfólk og hálvaaðru millión út í heim

Seinni í hesari vikuni verður dugnaliga og djarva Sanna Nolsøe Djurhuus send til Malavi at arbeiða við hjálparátøkum. Sum umboð fyri Reyða Kross Føroya fer Sanna í komandi 12 mánaðirnar at arbeiða við ávaringarskipanini Forecastbased Action (FbA).

Samstundis letur Reyði Krossur Føroya eisini kr. 775.000 til verkætlanir í Malavi. Umframt at teljast millum heimsins fátækastu lond, er Malavi eisini ímillum tey londini, ið hevur verið harðast rakt av veðurlagskreppuni. Serliga stórur er vandin fyri vatnflóðum. Tí hevur Reyði Krossur síðani 2017 arbeitt við FbA ávaringarskipanini, sum Sanna eisini kemur at arbeiða við. FbA nýtir nýmótans tøkni, veðurfrøði og váðalýsingar til at spáa um kreppur í framtíðini. Endamálið við skipanini er at minka um avleiðingarnar av, eitt nú, vatnflóð í Malavi. Sanna fer millum annað at arbeiða við at menna FbA skipanina, og at stuðla undir arbeiðið at savna inn viðkomandi kunning og dátur, soleiðis at tað er møguligt at seta tiltøk í verk áðrenn vanlukkan rakar. Hetta kann til dømis hjálpa við at tryggja matframleiðsluna í landinum, syrgja fyri, at akurin verður skorin tíðliga, at djór verða flutt o.l. FbA virkar eisini fyri, at mest viðkvæmu samfelagsbólkarnir fáa hjálp áðrenn og undir einari kreppu.

Harumframt letur Reyði Krossur Føroya kr. 775.000 til hjálparátøk í Jemen, sum í fleiri ár hevur verið rakt av bæði ógvusligum ósemjum og náttúruskaptum vanlukkum. Vápnaða stríðið í Jemen, sum nú herjar á sætta ári, hevur lagt stein oman á byrðu, og talan er nú um størstu humaniteru kreppuna í heiminum. Nærum fýra milliónir borgarar eru noyddir frá húsi og heimi, meðan tveir triðingar av fólkinum líða hungursneyð og grundleggjandi tænastur eru, so gott sum, ikki til. Sjúkrahús og heilsudeplar eru antin løgd í oyði av krígnum ella eru tey sera álvarsliga undirfíggjað. Reyði Krossur arbeiðir ótroyttiliga við at betra um heilsutænastur, og at veita mat og gerandisvørur til so nógv neyðstødd, sum gjørligt.

Stuðulin frá Reyða Krossi Føroya fer eitt nú til at betra um heilsutænastur í Jemen, harímillum umvæling av hølum og veitan av heilivági og útgerð, til at upplæra lokal sjálvboðin í at veita sálarligan stuðul til børn og vaksin, og til at stuðla undir og fíggja verkætlanir, sum eru neyðugar, og geva meining fyri lokalsamfeløg tvørturum landið, sum at førleikamenna fólk í nærumhvørvinum at byggja og umvæla vatnbrunnar og skúlar.

Facebook viðmerkingar