Hagstovan kannar hvørt ár inntøkubýtið í samfelagnum, og hóast vit eru í 2021, so eru tølini fyri 2019 júst komin.
Tølini vísa eitt javnari samfelag. Hóast okkurt helst kundi verið gjørt øðrvísi, so vísir gongdin, at átøkini, vit gjørdu, góvu úrslit. Føroyar vóru eitt munandi javnari samfelag í 2019 í mun til 2015. Tað eydnaðist at venda skeivu gongdini við vaksandi ójavna. Millum annað við at hækka tilfeingisgjøldini. Lækka lønarskattin. Hækka fyritíðarpensjónir, lestrarstuðul, barnafrádrátt og Samhaldsfasta. Og ikki minst við at lata eitt familjuískoyti til barnafamiljur í fátækraváða.
Samfeløg við lítlum ójavna eru bestu samfeløgini at liva í. Ikki bara fyri tey á niðastu rók. Eisini fyri tey ríku. Fyri alt samfelagið. Fyri kensluna at hoyra til og hoyra saman, sum er avgerandi fyri megina í einum samfelagi. Tí hevur tað stóran týdning, at vit støðugt arbeiða fyri einum javnari samfelagi.
Eg eri fegin um, at tað eydnaðist at venda gongdini. Men vit eru ikki komin á mál enn. Bæði tí, at tað framvegis eru nógv, sum liva í fátækraváða, men eisini tí, at ójavnin fer at vaksa, um vit ikki áhaldandi gera átøk fyri at tryggja eitt javnt og rættvíst samfelag.
Talvurnar niðanfyri vísa gini-talið og fólk í fátækraváða. Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Jú lægri talið er, tess javnari er samfelagið. Og tí kunnu vit fegnast um, at bæði tølini lækkaðu í 2019. Færri fólk í fátækraváða og eitt lægri gini-tal.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum
Facebook viðmerkingar