Nú heystsólin var farin at blikna, og heystið var komið, komu boðini eftir Hera. Tað kom óvart á okum øll, at Heri, sum so spelkin gekk úti á trøðni og ansaði heimaseyðinum og nú gleddi seg til at halda sjeyti ára føðingardagin saman við familjuni í høvuðsstaðnum, brádliga varð tikin burtur.
Heri var klaksvíkingur, men flutti til Tvøroyrar eftir lokna útbúgving á Føroya Læraraskúla í 1976. Her høvdu hann og konan, Jacobina Vang av Bø í Froðba, síni lívsstørv og familju. Tey fingu dreingirnar, Guðlaug og Sjúrð, og seinni abba- og ommusonin, Hera.
Í skúlahøpi vóru tað serstakliga natúrufakini, ið Heri røkti, og tað eru ikki fáir flokkar, ið hann hevur ført til próvtøku í alis/evnafrøði, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði tey fýrati árini, hann virkaði sum lærari.
Fyrst í 80-árunum fór skúlin undir teldufrálæru, og her var Heri primus motor. Hann fekk sær útbúgving sum telduvørður ímillum teir fyrstu, og tey seinastu árini gekk hann undan at fáa skúlanum alnet, talgildar talvur og teldur til brúk í øllum virki hjá næmingunum. Tær vikurnar royndirnar vóru, var hann saman við hinum telduvørðinum hjartað í skúlanum, og teir løgdu sær eina við, at einki skuldi svíkja.
Sum starvsfelagi og persónur var Heri stillførur, nærlagdur, hjálpsamur og kom ofta við einum skemtiligum orði, tá ið okkurt var á vási. Hann var góður at heita á, um eitthvørt var á tí natúrufakliga ella við teldunum, eisini privat, og ongantíð bar hann seg undan. Tú visti altíð, hvar tú kundi leita tær hjálp, tí hann var bæði fyrikomandi og hjálpsamur. Hann vísti starvsfeløgunum ans og var generelt áhugaður í, hvat gekk fyri seg. Ein so menniskjaligur eginleiki, ið gjørdi, at Heri var sera væl dámdur av starvsfólkum og næmingum skúlans.
Heri kom í skúlaleiðsluna í oktober 2009 og røkti starvið sum deildarleiðari í Trongisvágs skúla, til hann fór frá við eftirløn á nýggjárinum 2017. Heri var ógvuliga familjukærur og hann og Jacobina høvdu eitt fjálgt og gott heim á Torvheyggi, men stendur hansara stólur nú tómur, og saknurin er stórur eftir hann. Má hin almáttugi troysta tykum, ið eftir sita.
Ærað veri minnið um Hera
Facebook viðmerkingar