Dagstovnaøkið stongtfyri at fyribyrgja smittuspjaðing

Vegna tilburð av korona og fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, er avgerð tikin um at stongja alt dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu. Hetta fevnir um barnagarðin Mýrifípuna og útibarnagarðin. Stongt verður í dag 18. november og í morgin 19. november. Fylgt verður við gongdini og støða verður skjótast gjørligt tikin um, nær latið verður upp aftur.

Heitt verður á foreldur um at boða stovnsleiðaranum, Kari Petersen, frá, um fleiri tilburðir verða staðfestir, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Facebook viðmerkingar