Í dag hevur kirkjukórið Ljómur verið á mini konsertferð í Suðuroynni, nú tað orsaka av corona-støðuni ikki hevur borið til at hava árligu Allahalganna-konsertina í Vágs kirkju.
Byrjað varð í Vági har tað fyrst varð sungið á Hamragarði og síðani á Eldrasambýlinum.
Síðani lá leiðin norður á Tvøroyri, har tey sungu í hugnaliga urtagarðinum niðan fyri Ellisheimið.
Tað var heldur kalt í veðrinum, umleið 7 hitastig, men tey royndu at syngja seg heitan.
Dagurin endaði við einum kaffimunni og vaflum við rabarbusyltetoy í Handverkarahúsinum á Tvøroyri har jólasøla var av alskyns fínum hondgjørdum lutum.
Ljómur vónar, at tað fer at bera til at hava eina felags jólakonsert í kirkjuni, eins og vanligt hevur verið í nógv ár.
Facebook viðmerkingar