Adventskalendari á býarbókasavninum í Vági

Í ár bjóðar Vágs Býarbókasavn adventskalendara við bókum til børn. Hvørja viku fram til jóla ber til hjá børnum og foreldrum at koma á býarbókasavnið, har ein adventskalendari er. Í adventskalendaranum eru adventsjólaposar við ymiskum bókum í. Bókirnar kunnu børnini lána heimvið at lesa. Tá vikan er av, stendur ein nýggjur jólaposi klárur í bókasavninum.

Ynski er, at adventskalendarin er við til at kveikja hugin at lesa og at børnini og foreldrini fáa eini góð og hugnalig bókajól.

Adventsjólaposarnir eru jólaprýddur av børnunum í frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum í Vági, og kunnu heintast á bókasavninum frá ónsdegnum, 24. november.

Facebook viðmerkingar