Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum í Vági

Aftur í ár fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa á ávísum støðum í oynni í desembur.

Gávur, ið givnar verða í jólagrýtuna, geva Frelsunarherinum møguleika at hjálpa Føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla.

Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum.

Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum í Vági:

Um tær tørvar peningarliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og søkja um jólahjálp við at senda mail á: vag@frelsesarmeen.no ella sms/ringja til 263816, eisini ber til at søkja talgilt, leinkjan liggur á Facebook vanganum hjá «Frelsunarherurin í Vági».

Freistin at søkja um jólahjálp er sunnudagin 5. desembur 2021.

Facebook viðmerkingar