Nú flestu bygdirnar gera klárt við jólapynt og tendran av jólatrøðum eru tey í Vágs skúla eisini farin at fyrireika stórt jólatiltak.
Næmingarnir í 7. flokki hava seinastu tíðina starvast runt um í ymiskum verkstovum í skúlanum, eins og at teir hava fingið ymiskt tilfar úr viðarlundini og frá fyritøkum, sum tey hava evna til soleiðis at tey hava gjørt ymiskt jólapynt, sum tey fara at selja og vísa fram á jólasølu í vikuskiftinum.
Næmingar eru eisini partur av einari norðurlendskari verkætlan, har næmingar og lærarar í Íslandi, Føroyum og Finnlandi vitjar hvør annan og arbeiða saman um læring í nærumhvørvinum, og tað er til hesa verkætlan at næmingarnir savna pening, soleiðis at tey kunnu vitja hesar norðurlendsku grannarnar.
At fólkaskúlanæmingar soleiðis arbeiða við einum evni yvir eina tíð, er eisini sera gott fyri sálarheilsuna hjá teimum og er í trá við tey tilmæli, ið fólkaheilsuráðið varpar ljós á við átakinum ABC fyri sálarheilsu, og tað er júst tað lærararnir hava uppliva hesa tíðina, at næmingarnir hava verið hugbundnir og virknir, samstundis sum tey hava verið saman.
Nú jólasøla letur dyrnar upp leygardagin og sunnudagin er góður møguleiki at vitja inn á gólvið, at fáa ein kaffimunn, samstundis at til ber at taka jólamyndir og lurta eftir jólasøgu frá Bubu ella sangi frá børnunum í innskúlingini í Vágs skúla, og á henda hátt stuðla hesum næmingunum í verkætlan teirra.
Meiri kunning kemur á facebook síðuna: Jólasøla og jólakafé í Vágs skúla.
Facebook viðmerkingar