Tíðindaskriv: Vágs býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2022 sett pening av til at skipa eina nýggja tænastu til borgarar í Vágs Kommunu, sum eru 67 ár og eldri.
Síðani fyrst í januar mánað hevur umsitingin hjá Vágs Kommunu, saman við sosialu- og heilsunevndini, arbeitt miðvíst við, at fáa í lag, hvussu eitt vaski- og reingerðartilboð kann skipast og bjóðast út til borgarar, sum eru 67 ár og eldri, og til vinnurekandi, sum kunnu røkja uppgávuna fyri Vágs Kommunu.
Hetta er ein liður í, at styrkja og betra umstøðurnar hjá eldir borgarum í Vágs kommunu. Hetta er eisini eitt av aðalmálunum hjá sitandi samgongu, og vónandi hevur hetta við sær, at fleiri eldri borgarar koma at klára seg longri í egnum heimi, sigur Magnus Mørk Hjelm, formaður í Sosialu- og heilsunevndini
Sum formaður í Sosialu- og heilsunevndini setti hann sær fyri, at Vágs Kommuna í framtíðini skal menna nýggj tilboð til einstaka borgaran. Hesi tilboð eru serliga ætla til borgarar, sum tørva hjálp til ymisk í gerandisdegnum. Hesir borgarar kunnu gleða seg til, at enn fleiri tilboð leggjast til komandi árini. Tí umframt áðurnevnda tilboð, so arbeiðir Vágs Kommuna víðari við, at menna nýggj tilboð. Vágs Kommuna kunnar nærri um hesi tilboð, tá hesi eru klár.
Vaski- og reingerðartilboðið
Frá komandi ár verður tað møguligt fyri fólkapensjonistar í Vágs kommunu, og sum frammanundan ikki fáa veitar tænastur frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy, at søkja um hjálp til reingerðing.
Tænastan verður skipa soleiðis, at umsøkjarin rindar ein part og kommunan rindar ein part.
Ætlanin er, at reingerðin í høvuðsheitum kemur at fevna um viðlíkahaldsreingerðing, tvs. at høvuðsreingerðing verður ikki partur av tænastuni.
Ítøkiliga hvussu ofta og hvat kostnaður verður er ikki greitt enn, meira verður at frætta um tað seinni.
Vágs Kommuna fer at bjóða hetta arbeiðið út í millum reingerðarfyritøkur í Vági.
Facebook viðmerkingar