Dani venja TB

Á aðalfundinum hjá TB týskvøldið 30. nov. fekk fundarfólkið høvi at heilsa uppá nýggja høvðusvenjaran hjá felagnum, nýggi venjarin var við á fundinum umvegis alnótina.

Talan er um danan Dan Jensen, Dan er 43 ára gamal og hevur fleiri ára royndir sum venjari.

Dan er ikki heilt ókendur á Tvøroyri, tí í 2008 var hann í starvsvenjing sum námsfrøðingur á Tvøroyri, og var hann hetta tíðarskeiðið partur av venjaratoyminum hjá TB. Dan minnist við gleði aftur á tíðina her.

Hann gleðir seg til uppgávuna, og hann verður væntandi á Tvøroyri 3. januar.

Facebook viðmerkingar