Vegurin til Hvalbiartunnilin skal liðugtgerast

Tá nýggi Hvalbiartunnilin varð tikin í nýtslu fyrr í ár, so varð víst á, at vegaføringin í Trongisvági og eisini í Hvalba ikki varð nøktandi, tí vegirnar eru ov smalir í mun til tvísporaða tunnilin.

Nú er so sett játtan av í broytta fíggjarlógaruppskotinum, soleiðis at farast kann undir liðugtgerð av vegnum í Trongisvági, sum leiðir til Hvalbiartunnilin.

Facebook viðmerkingar