Barnabati fíggjar vega og havnagerð

Samgongulimir í fíggjarnevndini skerja játtanina hjá Barnabata við hundratúsund krónum. Hetta er ikki nógv á fíggjarlógini, men er nógv á játtanini hjá Barnabata.

Samstundis seta einstakir tinglimir millum 7 og 8 milliónir av til vega og havnagerð í egnum øki.

Eg unni væl fólki nýggjar vegir og havnir, men at Barnabati samstundis verður skerdur er ikki í lagi. Samgongan kann ikki loyva sær at senda rokningina til børnini.

Andstøðan fer at seta peningin á aftur til Barnabata nú triða viðgerð av fíggjarlógini er í dag, og eg vóni, at samgongulimir eisini fara at geva Barnabata peningin aftur.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar