Eins og undanfarin ár, so verður eisini skipað fyri kirkjurenning millum kirkjurnar í Vági og Porkeri gamlaársmorgun.
Tað var í 2010 at byrja var við kirkjurenning í Vági, og fyrstu árini vóru 4-10 luttakarar, men so kom veruligur áhugi fyri tiltakinum, og seinastu árini hava millum 40-70 luttakarar runnið, gingið, trillað ella súkklað teinin úr Vági til kirkjuna í Porkeri og aftur til kirkjuna í Vági, ið er góðar 8km.
Í fjør var høgætt, so veðrið hendan seinasta dagin í árinum, til ein góðan morguntúr var framúr gott. Kalt, stilt og frálíkt renniveður, so spennandi verður um veðrið verður eins gott í ár.
Seinastu árini hevur nýggjársnevndin í Vági boðið til morgunmat, eftir at kirkjurenningin er av, men orsakað av Covid19 er hetta ikki á skránni.
Kirkjurenningin er samstundis seinasta tiltakið hjá Hvistuni í 2021, enn eitt øðrvísi ár. Ætlanin hjá hvistulimunum er at gera ein uttanlandstúr í 2022, men sum við so nógvum, so hevur coronastøðan ávirkan á hetta.
Tiltakið nýggjársaftansmorgun byrjar kl. 10.00.
Facebook viðmerkingar