Leygardagin 8. januar fer SuSvim aftur undir árligu fløskuinnsavnanina. Innsavna verður í øllum bygdum í oynni. Orsakað av Covid 19, verður ikki fari inn til fólk, tí verður heitt á tykkum, sum vilja stuðla, um at seta fløskurnar út til vegin / portri, so verða tær avheintaðar. Byrjað verður kl. 13.
Møguleiki verður eisini at avlevera fløskurnar, um fólk heldur vilja tað. Á Tvøroyri verður tað, á vanliga staðnum hjá Faroe Ship undir Bónus.Í Vàgi kunnu tær setast í túnið hjá Yvonnu og Óla Toftum. Hinar bygdirnar verður kunngjørt á Facebook.
SuSvim takkar øllum fyri stuðulin, og ynskir øllum eitt eydnuberðandi nýggjár.
Facebook viðmerkingar