Komandi tórskvøld 13. jan. kl. 18.30 verður aðalfundurin hjá Suðuroyar Sjavsfelag í VB-húsinum.
Roknskapurin verður lagdur fram fyri 2021 og val av 2 nevndarlimum.
Formaðurin í felagnum Páll Lervig og skrivarin Elna Poulsen standa fyri valið. Tey stilla bæði uppaftur. Onnur valevni kunna eisini skjótast upp á fundinum.
2 eykalimir og grannskoðari verða eisini vald.
Aftaná fundin verður so kapping nr. 2 í sjavs 2022.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar