Bara 16% av føroyingum eru samdir við landsstýrið um, at radaramálið ikki skal fyri tingið og bara 1% av føroyingum halda at danska stjórnin eigur avgerðina.
Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum góðtaka at verða skúgvaðir til viks í radaramálinum.
Eg skilji als ikki, at føroyskir politikarar eru so undirbrotligir. Men tað tykist, sum løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verða doyvdir av bonivoksinum á Christiansborg.
Hvussu kann ein føroyskur politikari yvirhøvur góðtaka, at hann verður skúgvaður til viks, og at ein útlendskur politikari tekur ræði í Føroyum?
Hinvegin vilja 75% av Føroya fólki, at avgerðin um radaran skal takast á demokratiskum grundarlag – antin í Løgtinginum ella á fólkaatkvøðu.
Vit eru vald at tæna Føroya fólki. Tað líkist tí ongum, at føroyskir politikarar lata seg skúgva til viks av donsku stjórnini.
Bara føroyingar tæna føroyskum áhugamálum.
Beinta Løwe
løgtingskvinna
Facebook viðmerkingar