Tað er sjúkrahúsverkið, sum hevur ábyrgdina av koppsetingini av teimum 5-11 ára gomlu børnunum. Koppsetingin fer fram í samstarvi við apoteksverkið, og tað ber longu nú til at bíleggja tíð her á korona.fo til koppsetingarnar, sum byrja í morgin
Nú ber til at bíleggja tíð til koppseting av teimum 5-11 ára gomlu børnunum fyri COVID-19. Bíleggingin fer fram á heimasíðuni korona.fo eins og fyri hinar aldursbólkarnar. Í teiginum, har koppsetingarstað verður valt, er nú ein nýggjur valmøguleiki við heitinum ”Tjaldurs Apotek (5-11 ár)” settur inn til endamálið.
Koppsetingin fer fram hjá apoteksverkinum, men tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini, og sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av teimum. Lækni frá sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at tí einstaka koppsetingarstaðnum.
Ætlandi verða fyrstu børnini koppsett í morgin, 15. januar.
Í fyrstu syftu ber bara til at bíleggja tíð til koppseting á Tjaldurs Apoteki í Havn, men í næstum væntast Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri og Norðoya Apotek í Klaksvík eisini at verða umfatað av skipanini. Tá fer eisini at bera til at velja tey bæði koppsetingarstøðini á korona.fo til aldursbólkin 5-11 ár.
Um tørvur verður á tí, er tað møguligt seinni at skipa fyri støkk-inn-koppsetingum aðrastaðni í landinum.
Samtykki krevst til koppseting av børnunum, og tí er umráðandi, at annað foreldrið ella møguligur verji hjá barninum er við til koppsetingina at vátta bíleggingina. Fyri at sleppa undan ov nógvum trongsli á koppsetingarstaðnum verður tó mælt til, at bara eitt vaksið fólk kemur við hvørjum barni.
SJÚKRAHÚSVERKIÐ
Facebook viðmerkingar