Landsstýriskvinnan: Læknar kunnu geva kannabis til medisinska nýtslu

Allir læknar í føroyska heilsuverkinum hava longu rætt at geva kannabis til medisinska nýtslu og Apotekið útflýggjar longu slíkan heilivág til sjúklingar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.  

Í kjalarvørrinum av at danska fólkatingið hevur viðgjørt og samtykt eina royndarskipan við medisinskum kannabis skjýtur Miðflokkurin nú upp, at sama royndarskipan verður sett í verk í Føroyum.

Høvuðstættirnir í royndarskipanini í Danmark eru, at sjúklingar við til dømis varandi pínu, við sklerosu ella ógvusligari spýggju eftir kemoviðgerð kunnu fáa kannabisheilivág frá lækna, tá onnur viðgerð ikki er nøktandi. Tað er tann einstaki læknin, sum hevur ábyrgd av at geva hendan heilivág og tí er týðandi, at læknin kunnar sjúklingin um møguliga árin og vandar við viðgerðini.

Eg eri greið yvir, at fleiri sjúklingar hava gott av at fáa kannabisheilivág sum part av viðgerðini, tá onnur viðgerð hevur víst seg ikki at røkka. Og fleiri føroyskir sjúklingar fáa longu hendan heilivág í dag. Eitt nú fáa sjúklingar á Landssjúkrahúsinum kannabisheilivág fyri sklerosu og sum linnandi heilivág fyri pínu eftir at øll onnur pínuviðgerð ikki hevur virkað. Eisini á Suðuroyar sjúkrahúsi verður kannabilsheilivágur latin.    

Tað er týðandi at staðfesta, at sum er, hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsunum møguleika at útskriva resept uppá medisinsk kannabis.   

Tað er nevniliga soleiðis, at allir læknar kunnu geva sonevndan magistrellan heilivág. Í stuttum snýr tað seg um, at Apotekið fær til vega hendan heilivág úr Danmark serstakt til einstakar sjúklingar eftir resept frá lækna. Læknin, ið útskrivar hendan heilivágin hevur serliga ábyrgd í mun til at kunna sjúklingin um nýtslu og møgulig hjáárin og skal beinanvegin boðað Heilsustýrinum frá hesum hjáárinum.

At so ikki allir læknar av ymsum ávum ikki lata hendan heilivág er ein annar spurningur. Fleiri vilja helst ikki – og tað er eisini heilt í lagi – aðrir kenna kanska ikki til teir møguleikar, sum longu finnast. Tí er kunning neyðug. Bæði um hvørjir møguleikar longu eru og um ta ábyrgd og tær treytir, ið fylgja við.  

Eg kann í hesum sambandi kunna um, at landslæknan og landsapotekarin koma við einari vegleiðing til læknar í samband við at teir útskriva magistrellan canabisheilivág til medisinska nýtslu. Eftir ætlan verður henda vegleiðing klár í leypi av februar.

Tørvur er ikki á royndarskipan í Føroyum í løtuni

Orsøkin til, at neyðugt er at vísa serligt ansni hesum viðvíkjandi er, at nógv vísundalig prógv eru fyri, at nýtir tú kannabis í longri tíðarskeið, so kann tað hava skaðilig árin. Viðhvørt eru hesi árin sera álvarsom.

Hinvegin eri tað ein sannroynd, at fleiri hava góðar royndir av at fáa kannabis sum medisinska nýtslu, tá onnur viðgerð ikki røkkur. Sum eg havi greitt frá omanfyri, so ber longu nú til hjá teimum at fáa viðgerð við kannabis.

Eg taki til eftirtektar tað, ið landslæknin og landsapotekarin vísa á, at tað í løtuni ikki er heilsufakligur tørvur á slíkari royndarætlan í Føroyum, tí longu í dag eru nøktandi møguleikar fyri at brúka kannabis til medisinsk endamál.

Í mun til spurningin hvørt vit í Føroyum eisini skulu gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabisheilivági, so er mín støðan, at eg í løtuni ikki meti hetta vera neyðugt. Vísandi til teir møguleikar, ið longu finnast í skipanini.

Hinvegin ætli eg mær at fylgja væl við hvussu royndarverkætlanin í Danmark fer at eydnast í mun til klinisku royndirnar og hvørjar afturmeldingarnar vera til heilsumyndugleikarnar. Hetta fyri at tryggja trygdina hjá sjúklingunum.  

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Facebook viðmerkingar