Varðin Pelagic 10 ár

17. januar 2012 byrjaði ein nýggjur kapittul í Tvøroyrar fiskivinnu, tá feløgini Varðin, Delta Seafood og Kimbil stovnaðu uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic.Nógv er hent hesi tíggju árini bæði viðgongd og mótgongd. Nakrar myndir lýsa í høvuðsheitum broytingarnar og menningina, ið hevur verið.Framleiðsla byrjar í juli 2012.

Eftir vaksandi virksemi verða tvær frystigoymslur bygdar aftrat í 2014.

Nýggi skrivstovubygningurin verður tilkin í nýstlu í 2016.

Virkið brendi í grund í juni 2017.

Varðin Pelagic verður endurreist í 2017 og 2018.

Framleiðsla byrjar aftur í august 2018.

Framleiðsla byrjar aftur í august 2018.

Í 2021 Varðin Pelagic rundar fyri fyrstu ferð 100.000 tons av framleiddum fiski í einum kalendara ári.

Fult fokus er framhaldandi á útbygging og menning, so at vit tey næstu tíggju árini kunnu avrika enn meira enn tey undanfarnu tíggju.Vit ynskja at takka øllum samstarvsfeløgum, viðskiftafólki og starvsfólki, ið hava verið við okkum á leiðuni.

Facebook viðmerkingar