55 m. eftir í Sandoyartunlinum – enn ongin loysn á Suðuroyartunlinum

Nú eru bara góðir 55 m. eftir til Sandoyartunnilin er skotin ígjøgnum. Síðani verður farið undir at gera tunnilin heilt lidnan og ætlanin er at koyrandi verður á sumri 2023.

Á politiska fólkafundinum í Salt tíðliga á sumri 2019 (í samband við valstríðið til løgtingsvalið í august 2019) førdu allir flokkar greitt fram, at tá Sandoyartunlinum er liðugt boraður, skal setast hol á Suðuroyartunnilin.

Seinastu árini eru settar nakrar fáar milliónir krónur av til forkanningar, men enn er onki greitt viðvíkjandi Suðuroyartunlinum.

Tað er ikki greitt hvussu linjuføringin verður.

Tað er ikki greitt hvørjar trygdarreglur verða galdandi.

Tað er ikki greitt hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast.

Og so framvegis.

Suðuroyingar og føroyafólk bíða framvegis. Vónandi er ein loysn á borðinum í næstum.

Facebook viðmerkingar