Virkin Vágur fer av bakkastokki

Heilsuátakið Virkin Vágur byrjar fríggjadagin 28. januar, tá Fólkaheilsuráðið kemur í Miðlatún, har tað stendur øllum í boðið, at máta vekt, vøddamongd, feitprosent og BMI. Mált verður millum kl. 12.00 og 18.00. Fólkaheilsuráðið ger eisini mátingar í Miðlatúni leygardagin 29. januar millum kl. 10.00 og 14.00.

Fyrsta februar verður so næsta startskotið latið av, tá Virkin Vágur av álvara fer av bakkastokki. Í ein heilan mána verða alskyns tiltøk, sum eru góð fyri heilsuna – bæði kropsligu og sálarligu heilsuna – og eru knýtt at ABC hugtakinum fyri sálarliga heilsu.

Í ár er Virkin Vágur enn størri. Í verandi løtu verða 89 almenn tiltøk í Vági, sum Vágs Kommuna, ítróttafeløg og einstaklingar í Vági skipa fyri, og nøkur tiltøk eru ígongd við at blíva fyriskipað. Umframt mátingarnar hjá Fólkaheilsuráðnum, kann nevnast, at tríggir almennir fyrilestrar verða, eitt selfie-run, alskyns ítróttatiltøk, saunakvøld, gongufótbóltur, sjavsur, yoga, gongutúrur, og borðspælkafé. Talgilda skráin sæst niðast í tíðindastubbanum og verður so hvørt dagførd við nýggjum tiltøkum.

Sum nakað nýtt, so hava okur eitt mál á Virkin Vágur, sum er at øll samanlagt í februar klára at ganga ella renna í alt 2.000 kilometrar.

Eins og í fjør, so verða tað fleiri kappingar millum deildar myndir. Hvørja viku verða vinningar og til síðst er ein høvuðsvinningur uppá spæl. Høvuðsvinningurin er eitt uppihald fyri tvey á Hotel Brandan í tvær nætur íroknað morgunmat. Kappingar eru eisini millum øll, sum luttaka í selfie-run og 2K – Náa okur 2.000 km í februar.

Samanumtikið kann sigast, at Virkin Vágur hevur sama endamál, sum í fjør – eitt heilsuátak í Vági, í ein heilan mána, fyri øll.

Tá Virkin Vágur er av, so verður Fólkaheilsuráðið aftur í Miðlatúni og ger mátingar 4. og 5. Mars. Sostatt ber til hjá øllum at síggja, um Virkin Vágur hevur gjørt kropsliga mun.

Fjøllbroytta skráin sæst her. Eisini verður heitt á fólk um at fylgja við á Facebook síðuni hjá Miðlatúni og Vágs Kommunu, har kunning kemur so hvørt út um, hvat hendir á Virkin Vágur.

Facebook viðmerkingar