Frá Strandfaraskipum Landsins um leið 7

Umvælingararbeiði gongur betur enn væntað, og sostatt fer Smyril aftur í vanliga ferðaætlan í kvøld, tórskvøld 27. Januar. Tvs., at Smyril siglur, umframt teir frammanundan lýstu túrarnar, av Havnini kl. 21:15 í kvøld. Sostatt fellur broytta ferðaætlanin fyri fríggjadagin 27. januar burtur, tí siglt verður smbr. vanligu ferðaætlan fyri fríggjadag.

Fyri Bygdaleiðir í Suðuroy merkir hetta eisini, at farið verður til vanligu ferðaætlanina fyri leið 700 og 701 í kvøld, soleiðis at koyrt verður frá Krambatanga uml. kl. 23:15.

Strandfaraskip Landsins

Facebook viðmerkingar