Vágs Kommuna arbeiðir miðvíst við at samla øll kommunal tilboð á einum staðið, nevniliga á heimasíðuni hjá kommununi. Í dag og framyvir eru kommunulæknarnir á heimasíðuni vagur.fo. Hetta merkir at borgarar í Vági, Sumba, Porkeri og Hov kunnu avgreiða síni viðurskifti talgilt á hesi síðu.
Síðan hjá kommunulæknunum er at finna undir Heilsa í menu bjálkanum og við at skriva vagur.fo/laknar.
Gamla heimasíðan hjá kommunulæknunum verður sostatt niðurløgd í nærmasti framtíð.
Facebook viðmerkingar