Námsfrøðingar til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Hvalbiar kommuna søkir eftir 3 námsfrøðingum til dagstovnin í Hvalba í tíðaravmarkað starv.

Vit sóknast eftir

3 námsfrøðingum 30 tímar um vikuna at byrjað skjótast til ber. Størvini eru tíðaravmarkað til 30. juni 2018.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk vera sett ístaðin. Koma ov fáar umsóknir inn, tilskilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.

Vit vænta at

• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða

Eitt starv við sera góðum arbeiðsumstøðum. Dagstovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har náttúran er ein týðandi partur av gerandisdegnum.
Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. februar 2018 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580

Facebook viðmerkingar