Vágs Kommuna søkir eftir fíggjarleiðara at byrja 1. apríl 2022.
Ert tú ein, sum kundi hugsa sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv við ábyrgd – eitt starv sum setur høg krøv til menniskjaliga og fakliga førleikan? So kunna okur vissa teg um, at hetta er starvið fyri teg.
Starvið, sum fíggjarleiðari, er eitt áhugavert og tíðandi fulltíðarstarv. Starvið fevnir um:
- fyrisiting av fíggjarligum greiningum, hagtølum v.m. sum grundarlag fyri fíggjarstýring.
- seta upp mánaðar- og ársroknskapir og fíggjarætlanir.
- umsita bókhalds- og roknskapararbeiðið og stemma av.
- umsita lønarbólkhaldið.
- umsita og stemma av ognara- og skuldarabókhaldið.
- umsita lán og ábyrgd av innistandandi ognum og útistandandi skuld.
Harumframt fevnir arbeiðið um at menna mannagongdir og finna røttu KT-loysnirnar á fíggjarliga økinum, at ráðgeva í fíggjarligum viðurskiftum, og fyrifallandi skrivstovuarbeiði.
Útbúgving og royndir
Okur vænta at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving.
- dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu.
- hevur leiðsluroyndir og royndir við fíggjarstýring í almennari umsiting verða mettar sum fyrimunir í samlaðu metingini.
- hevur góðan telduførleika.
og kunnleika til Navision kann verða ein fyrimunur.
Persónligir eginleikar
Okur vænta, at tú:
- hevur góð samstarvsevni og kann laga teg eftir broytandi viðurskiftum.
- ert framsíggin, ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- ert før/ur fyri at ganga á odda, taka avgerðir og leggja øðrum lag á, bæði í góðum tíðum og tá ið tað stendur á.
- ert siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing.
Setanarviðurskifti
Starvið, sum fíggjarleiðari, verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella Starvsfelagið. Arbeiðsstaður er kommunuskrivstovan á Vágsvegi 30. Ynskir tú at vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at venda teg til Petry Harginsdóttir Mortensen, býráðsskrivara, á 73 30 08 ella á petry@vagur.fo.
Umsókn
Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 9. februar 2022 kl. 12:00. Umsóknir skulu sendast talgilt umvegis heimasíðuna vagur.fo/starv ella til vagur@vagur.fo, viðmerk “Fíggjarleiðari”.
Kommunan tilskilar sær rættin at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Facebook viðmerkingar