Maskinfólk til virkið á Glyvrum

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum kanska nakað fyri teg.

Starvið

Sum partur av maskintoyminum á kryvjivirkinum verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

·         Vanligt arbeiði við Baader-maskinum, strappmaskinum, flutningsbondum osv.

·         Eftirlit, umvælingararbeiði og innstillingar av maskinum

·         Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður eftir vaktarskema, og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella líknandi.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Brian T. Højgaard, tekniskur verkætlanarleiðari, á tel. 23 52 20 ella við t-posti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 1. marts 2022. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Facebook viðmerkingar