Ferðavinnan høgt raðfest á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna: Seint á vári 2017 hittust umboð fyri fyritøkuna CommIT og Tvøroyrar Kommunu á fyrsta sinni. Tær báðar Theresa T. Kreutzmann og Ingibjørg Berg, høvdu eitt upplegg um, hvussu farast kundi undir eina tilgongd at skipa ferðavinnuna á Tvøroyri, herundir ein ferðavinnupolitikk við raðfestum átøkum.

Eftir at hava verið ígjøgnum neyðugar kommunalar mannagongdir og tillagingar, varð í juni 2017 samtykt at fara undir verkætlanina og Tvøroyrar Kommuna játtaði pening.

Theresa sigur, at arbeiðið gongur væl og væntar hon, at tað verður liðugt móti ársenda 2018. Hon og Ingibjørg hava ein fakligan fylgibólk tilknýttan, ið er samansettur av lokalum kreftum: Sólfríð Bech, Desiree Mortensen, Otto Gram, Póla Strøm og Elin Dimon. Tær fundast við bólkin einaferð um mánaðin og hava ymiskt uppi at venda, samstundis sum tey deila hugskot og tankar. Hetta hevur virkað fyrimyndarliga væl, sambært Theresu. Arbeiðið, ið tey avrika, verður síðan lagt fram fyri einum politiskum fylgibólki, vegna kommununa, ið so skal góðkenna tað.

Arbeiðsgongdina hava tær annars deilt upp í 3 partar: Fyrsti partur snýr seg um at finna fram til allar aktørar í ferðavinnuni á Tvøroyri, ein sonevnd greining av økinum. Hetta umfatar at fara út at tosa við fólk, skriva niður og síðan at venda tingini saman við fakliga fylgibólkinum. Hesin fyrri partur er nú um at vera liðugur og Theresa sigur, at tað eru so nógv fleiri tilboð her á staðnum, enn ein gevur sær far um í gerandisdegnum.

Annar partur fer í gongd, tá greiningin er liðug. Annar partur snýr seg um at gera ein ferðavinnupolitikk og raðfesta ferðavinnuátørk grundað á greiningina frá fyrra parti av arbeiðium og politikkinum. Hesin partur verður gjørdur saman við einum politiskum stýrisbólki, sum er vinnunevndin, og skal góðkennast av býráðnum.
Triðji partur av arbeiðinum er um, hvussu arbeiðið skal setast í verk, hvussu marknaðarføringin skal skipast, hvussu vinnan kann mennast, og eitt vøruyvirlit verður gjørt til alnótina, soleiðis at øll, á ein lættan hátt, kunnu kunna seg um tilboðini, ið eru á ferðavinnuøkinum.

Theresa sigur, at hon og Ingibjørg eru fegnar um at hava fingið henda møguleikan. Hetta er tað, ið tær brenna fyri. Báðar hava sterkt tilknýti til oynna frammanundan – Theresa er av Tvøroyri og maður Ingibjørg er úr Sandvík, har tey búgva part av tíðini. Hon sigur, at fólk á Tvøroyri taka sera væl ímóti verkætlanini – tey eru glað og positiv, tí at nú sær veruliga út til at henda nakað á ferðavinnuøkinum, ið nokk er ein tann skjótast vaksandi parturin av føroyska arbeiðsmarknaðinum, við sera spennandi framtíðarútlitum. Tað, at tær eru byrjaðar at seta seg í samband við fólk, hevur eisini skapt ein eftirspurning, tí tær hava fingið sera nógvar uppringingar frá fólki, ið vilja tryggja sær at tey ikki verða gloymd.

Theresa sigur at Suðuroyggin hevur óendaliga stórar menningarmøguleikar. Náttúran er so serstøk í mun til restina av landinum – “tað er so ótrúliga skjótt at koma út í elementini”, leggur Theresa at enda afturat.

Tvøroyrar Kommuna er sera spent uppá verkætlanina, nú gjørt er av at raðfesta ferðavinnuna enn meira komandi árini og ynskir CommIT og fakliga fylgibólkinum bestu eydnu.

 

Mynd: Reidar Simonsen

Facebook viðmerkingar