Ein siðvenja, ið børnini á Tvøroyri altíð gleða seg til, er at sleppa umborð á verjuskipið at sláa tunnu. Tíverri forðaði koronafarsóttin teimum í at sleppa at sláa tunnu í fjør, men í ár verður so skjótt 70 ára gamla siðvenjan tikin uppaftur.
Sunnudagin 27. februar, frá kl. 13:30, eru øll vælkomin umborð á HDMS Vædderen. Kl. 14:00 verður farið at sláa tunnu og til ber eisini at sleppa eina rundferð í skipinum og síggja hvussu manningin búleikast. Aftaná tunnuslátturin bjóðar manningin heitt kakao, saft og bollar og vinnararnir verða heiðraðir. Tiltakið endar kl. 16:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kelda: Tvøroyrar kommuna.
Facebook viðmerkingar