Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru fýra lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki og eitt lærupláss á Suðuroyar Apoteki. Tað eina læruplássið á Tjaldurs Apoteki er sum kombinæmingur, har tú eisini starvast á Framleiðsluapotekinum ein part av lærutíðini.

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Um størvini

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Landssjúkrahúsinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági ískamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Les meira áfarmakonomuddannelsen.dk.

Til farmakonomútbúgvingina krevst,at tú:

• hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari

• hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu

• ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur

• dámar nýggjar avbjóðingar

• ert búgvin og tekur ábyrgd

• dugir væl atsamskifta áføroyskum ogdonskum í bæði skrift og talu

• hevur góð samstarvsevni

Ynskið er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1.mai ella eftir avtalu. Lærutíðin byrjar 1. september 2022.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Nærri kunning

Eru spurningar um størvini á Tjaldurs Apoteki, ert tú vælkomin at skriva til Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara,á kristina.ejdesgaard@apotek.fo ella ringja á tlf. 404040.

Eru spurningarum starvið á SuðuroyarApoteki, ert tú vælkomin at skriva til Fríða Jensen, apotekara, á fridi.jensen@apotek.fo ella ringja á tlf. 404040.

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Vacancy/Index/23 í seinasta lagi týsdagin22. mars 2022.

Skriva “Farmakonomnæmingur á Tjaldurs Apoteki” ella ”Farmakonomnæmingur á Suðuroyar Apoteki” í yvirskriftina. Vinarliga tilskila í umsóknini til Tjaldurs Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.

Sí nærri um Apoteksverkið áwww.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film,um tað at vera næmingur.

Facebook viðmerkingar