Í dag vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen fyri komandi kappingarár.
Ken og Brynjar koma at samstarva sum høvuðsungdómsvenjarar í Bóltfelagnum Royn. Teir koma eisini at samstarva sum høvuðsvenjarar hjá 3. deildarliðinum hjá Royn.
Tað er ein fongur fyri felagið, at Ken, við sínum royndum á professionellum støði í Danmark og Føroyum, hevur valt at verða partur av menningini í ungdómsdeildini hjá Royn. Brynjar hevur longu gjørt eitt megnar arbeiði við ungdómsfótbóltinum í felagnum, har hann eisini er blivin heiðraður fyri sítt íkast til fótbóltin. Við sínum ungu árum, hevur Brynjar veruliga sett ferð á sína menning sum venjari, og saman við Ken, sum hevur drúgvar royndir sum leikari á professionellum støði, halda vit í nevndini, at hetta er eitt fantastiskt toymið til at leiða ungdómsfótbóltin fram á leið.
Facebook viðmerkingar